140x140

Siloxan (D4/D5)

Siloxan (D4/D5) er ein av fleiri kemiskum sambindingum í bólkinum av siloxanum  

 

Hví er tað vandamikið?

Evnið verður nýtt í stóran mun, og tí eru stórar nøgdir latnar út í umhvørvið. Siloxan (D4/D5) verður spakuliga brotið niður í náttúruni, og finst tí í lutfalsliga stórum nøgdum fleiri staðni í umhvørvinum. Enn er ikki nóg góður kunnleiki til at meta um langtíðarárinini av siloxan (D4/D5).


Hví verður siloxan (D4/D5) nýtt?

Siloxan (D4/D5) hevur eginleikar, sum ávirka tættleikan í vørum sum sjampo, kremum og líknandi, so tey gerast  lættari at smyrja og brúka annars. Siloxan (D4/D5) dampar lættliga og er tí hent at hava í vøru, sum skal torna eftir at hon er smurd á. Evnið verður eisini nýtt til at leingja haldførið á máling, sum skal nýtast, har tað er ábært. Harafturat verður siloxan (D4/D5) nýtt til at verja prentplátur í elektroniskum vørum.

Hvar kunnu vit finna siloxan (D4/D5)?


Hygg í vørulýsingina

Ikki allar vørur, sum innihalda Siloxan (D4/D5), hava vørulýsing. Um vøran hevur vørulýsing, so kanst tú hyggja eftir:

  • Cyclomethicon
  • D4
  • Cyclotetrasiloxan
  • Tetracyclomethicon
  • Oktametylcycotetrasiloxan
  • D5
  • Cyclopentasiloxan
  • Pentacyclomethicon
  • Decamethylcyclopentasiloxan

 

Les meira

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Siloxan (D5)